- Døturnar greiddu mær frá, hvussu bangnar tær vóru fyri at finna meg deyðan orsakað av mínum fiti. Tá visti eg, at eg mátti leita mær hjálp fyri at kunna lætna. Soleiðis sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur.
Í 2010 fekk hann eina skurðviðgerð ímóti fiti, sum fyri hann var einasta loysnin, skuldi hann hava eina vanliga kropsvekt restina av lívinum.
- Hóast eg fyri so vítt hevði tað gott, so var lívið blivið ov tungt, tí kroppurin orkaði ikki serliga væl at bera tey útvið 200 kiloini. Eg havi fleiri ferðir roynt ymsar klænkikurar, men tað hevur ongantíð verið ein varandi loysn fyri meg. Tí valdi eg eina gastric bypass skurðviðgerð, sigur Jóan Pauli Joensen.