Fiskimenn úr Eysturoynni vóru í 1998 á ferð á Eysturlandinum í Íslandi. Teir ferðaðust í slóðunum, sum føroyskir útróðrarmenn og skipsfiskimenn høvdu traðkað í mannaminnir síðani 1870ini.
Vitjað varð á nógvum útróðrarplássum frá Borgarfirði í norði til Djúpavág í suðri. Harímillum vóru eitt nú Seyðisfjørður, Vattarnes, Norðfjørður og Fáskrúðsfjørður.
Menninir høvdu bæði róð út og verið við íslendskum skipum ? eitt nú trolarum á Norðfirði. Frásagnir verða eitt nú endurgivnar frá John Ol-sen, Rituvík, Martin í Grund, Søldarfirði og Sofusi Gregersen, Syðrugøtu.