Frá barnsbeini hevur Levi Heinesen verið vanur við fleyga lunda á Viðareiði. Nú hevur hann fingið íblástur til eitt hugskot, sum skal fáa lundan at støðast betur.
Hugskotið gongur út uppá, at "falskir" lundar verða settir niður fyri at lokka lundan til. Hesir eftirgjørdu lundarnir eru antin myndir av lundum ella skurðmyndir av lundum, so tað sær út sum um, at nógvur lundi er á staðnum. Á tann hátt fær mann skipa, hvar lundin heldur til og trívist á einum staði.
Eisini er ætlanin at grava holur, sum lundin kann brúka og gera til sína egnu.