Trý og eitt hálvt ár eru til oyggjaleikir vera í Føroyum aftur, og tað er góð tíð, heldur aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mittún.
ÍSF hevur ligið framvið hjá altjóða oyggjaleikanevndini og hevur boðað frá, at um onkur er, ið ætlar at trekkja seg sum vertstjóð, so eru føroyingar sinnaðir at taka yvir. Tá so boðini komu um at Ynis Mon ikki ynskti at vera vertur hóast alt í 2027, so var eingin ivi hjá føroysku starvsnevndini, sum takkaði fyri møguleikan.