Ein lívsmennari hjálpir tær við at røkka málum í lívinum við vegleiðing,amboðum, vitan og leiðmenning.
Vit kunnu kenna okkum strongd, onkuntíð hava vit eina neiliga rødd í høvdinum, og so duga vit ikki altíð at ráðgeva okkum sjálvi, tá ið tørvur er á tí. Tá kann tað vera gott við einum lívsmennara, ið fær hjálpt tær við tí, sum tú ikki helt, at tú fór at megna.
- Tað er rættiliga breitt at vera lívsmennari, tí har er nógv at bata um og hjálpa við, sigur Heini Weihe, ið hevur fingist við hesum síðani 2018.