Nunnur og munkar í kleystri liva í áravís eftir vanum, sum ikki bert eru ætlaðir teimum, men eisini okkum, sum ikki búgva í kleystri.
- Ferðin í samfelagnum er høg, og vit síggja, at bæði børn, ung og vaksin stríðast við ymiskt. Tí haldi eg, at vit prestar eisini eiga at vísa á, hvussu eitt nú munkaskipanin og kirkjusøga kann hjálpa og vegleiða, sigur Derhard Jógvansson. Í næstum skipar hann fyri skeiði, sum ber heitið "Munkavanar til gerandisfólk".