Í mong ár hittust níggju systkin úr Vestmanna hvørja ferð pápin, Agnar Nielsen, hevði føðingardag í novembur mánaði. Tá pápin ikki var millum tey longur, valdu systrarnar tó at halda fast í at hittast í novembur mánaði. Tað hevur við sær, at tær sjey systrarnar hvørt ár búgva eina viku saman í heimbygdini.
Hóast beiggjarnir ikki húsast við systrunum, so koma teir eisini viðhvørt á vitjan.
Fýra av systrunum búgva til dagligt í Danmark, hinar búgva í Føroyum. Tær práta, eta, binda, flenna og dippa hesa vikuna, tær eru saman.