Í sendingini hitti eg Kim Simonsen, sum greiðir frá, hvat tað er, hann hevur granskað í seinastu árini. Ein gransking, ið júst nú fyriliggur sum ein 328 síður phd-ritgerð frá Roskilde Universiteti.
Bókin skal útgevast á altjóða forlagið í Amsterdam/New York. Kim Simonsen er høvundi og mag.art í norðurlendskum bókmentum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Her í desember 2012 vardi hann sína ph.d. í bókmentum frá Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru professarin Anette Warring frá Roskilde Universitet og professarin Svend Erik Larsen frá Århus Universitet.