Føroyska alivinna hevur rættiligani fóta sær tey seinastu árini, framleiðslan er komin í hæddirnar og mett verður at omanfyri 70.000 tons av laksi verða útflutt í 2012. Hetta svarar til einans umleið 3% av heimsmarknaðinum, men í mun til fyrr, so hevur føroysku laksur so gott orð á sær uttanlands í dag, hann verður umrøddur sum heimsins besti alilaksur.
Serligan er tað amerikanski sushi marknaðurin, sum í dag vil keypa føroyskan laks, tí hann hevur tann rætta smakkin og fastleikan.