Tað er ársins orð, summi gleðast um tað, onnur óttast. Er hetta ein kærkomin hjálp fyri at gera okkara dagligdag lættari, ella fer hetta at yvirtaka okkara størv? Tað snýr seg um vitlíki. Ein tøkni, sum sigst vera eins kollveltandi sum Gutenberg-pressan, sum broytti heimin á sinni. Í skúlunum er vitlíki ein aktuell
avbjóðing, og samstundis kanst tú í løtuni eisini fara á skeið, har tú kanst læra at brúka vitlíki í tínum arbeiði.