Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá, og ikki er sinnaður til at tosa um trupulleikan.
Hesar báðar spurningarnar skuldu tey trý í Also-panelinum í morgun, Turið Horn, Bergur Debes Joensen og Petrina Berg á Lag taka støðu til í dagsins sending.
Eisini fingu tey eina tvístøðu, sum í dag snúði seg um aktiva deyðshjálp, at taka støðu til, og til seinast sluppu tey at venda sms-spurninginum um pápan, sum keypti soninum í Danmark gávur fyri nógvar pengar, men ikki soninum, sum hann býr saman við í Føroyum.
Hoyr alla Also-sendingina her.