Also

Also

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Also episodes

  • Also: Konan er ikki eitt barn
    Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um.
    Erliga panelið var eisini á einum máli um at siga kortanei til valsvik, men tey vóru ósamd um, hvussu nógv man skal avmarka sínar dreymar og síni ynski av umhvørvisávum.
    Í seinasta Also-panelinum á hesum sinni eru Símun Gullaksen, Dánjal Samuelsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.
    1 hr
  • Halt fram við at skriva og ringja
    Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella skal eg bara lata tað fara, spurdi viðkomandi panelið, sum í morgun var mannað við Bergi Debes Joensen, Ásu Andreasen og Janusi Poulsen.
    - Halt fram við at skriva og ringja, men følir tú, at bara tú ert áhugað í at halda sambandið við líka, so skalt tú kanska umhugsa at gevast, svaraði panelið.
    Umframt henda spurningin, skuldi panelið eisini svara uppá spurningin um, hvat foreldur at einari 16 ára gamlari gentu, sum hevur fingið sær sjeik, sum áður hevur hevur tikið rúsevnir, skulu gera. Og tvístøðan í morgun var um eina kvinnu, sum í flogfari kom at sita undir liðini á einum heldur stórum manni, sum breiddi seg meira enn gott er.
    At enda svaraði panelið stutt uppá ein spurning um happing.
    Øssur Egholm var teknikari í morgun og í útvarpsstovuni var Sveinur Tróndarson.
    1 hr 3 min
  • Also: At velja kyn er óetiskt!
    Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu.
    Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at ferðast saman við familju longur, tí tey vaksnu skeldast so illa, og frá ungari kvinnu, sum heldur, at vermamman vitjar sonin alt ov nógv.
    Í panelinum hesaferð eru Theresa Turidardóttir Kreutzmann, Jóngerð Nielsen og Rudolf Joensen
    58 min
  • Tosa við foreldrini um tað
    Tað var ikki semja í panelinum í morgun.
    Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er samkyndur.
    Og heldur ikki, tá tvístøðan var á lofti, har ein persónur hevði vunnið eina hálva millión krónur, sum hann ætlaði at brúka uppá seg sjálvan heldur enn alla familjuna.
    Tey vóru tó samd, tá ein sms-spurningur kom um starvsfelagan á røktarheimi, sum var vinarlig móti teimum avvarðandi og teimum, sum eru klár í høvdinum, meðan viðkomandi fór illa við teimum, sum eru óklár og teimum, sum ikki eru við síni fullu fimm.
    Í panelinum í morgun vóru Høgni Heinesen, Durita Nolsøe og Kitty May Ellefsen. Øssur Egholm var teknikari og í útvarpsstovuni var Sveinur Tróndarson.
    1 hr
  • Also: Tú ert tann vaksni!
    Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vita av honum longur.
    Tvístøðan snýr seg um ein málning frá einum góðum vini, og sms-spurningurin er um eina trampolin.
    Í panelinum hesaferð eru Turið Horn, Malan Eyðunsdóttir og Hallelujasofus
    55 min
  • Sig við kundan, at tit stongja
    - Tað besta hevði tó verið, um eigarin av handlinum hevði gjørt eina fráboðanarskipan, so allir kundar í senn fingu boð um hátalaraskipanina. Slíkar skipanir eru vanligar uttanlands, men ikki so vanligar her, og tað áttu tær kanska at verið.
    Tað var svarið hjá Also-panelinum til eitt starvsfólk í einum handli, sum troyttaðist av kundum, sum ofta kemur í handilin beint fyri afturlatingartíð. Og sum ikki skilir, at tá handilin stongir klokkan 22 á kvøldi, so er tað klokkan 22 og ikki klokkan 22.30 ella seinni enn tað.
    Eisini skuldi panelið taka støðu til brævið hjá einari kvinnu, sum hevði mist tolið við manninum. Hann ger einki til nyttu heima, hvørki so ella so. Og tvístøðan hesaferð snúði seg um loyalitet. Skalt tú vera loyalur móti vinmanninum, tá hann sigur tær eitt loyndarmál, ella móti konuni, tí loyndarmálið snýr seg um konuna hjá svági tínum.
    Hesaferð vóru tað Eiler Fagraklett, Dánjal Samuelsen og Ása Andreasen, sum mannaðu Also-panelið. Øssur Egholm var teknikari og Sveinur Tróndarson var vertur.
    1 hr 2 min
  • Also: Tit mugu bíta tað í tykkum!
    - Tá tú hevur tosað vítt og breitt um ferðamálið, so er tað ikki loyniligt longur, og so eigur tú ikki at vera bilsin um, at onnur vilja við, vil panelluttakari vera við.
    Annars snúgva evnini hesaferð seg um, hvat man skal gera, tá man heldur ommubørn tosa ov ljótt og niðurgerandi við eina ommu, og tvístøðan snýr seg um at læna pengar út til eitt endamál fyri síðan at finna útav, at teir møguliga verða nýttir til nakað heilt annað.
    Í panelinum hesaferð eru Jana Mortensen, Janus Poulsen og Símun Gullaksen
    59 min
  • ALSO: Skal maður við í bindiklubb?
    Vinkonurnar eru ikki samdar um svarið, og spyrja tí ALSO panelið, hvat tær skulu gera, og panelið er ivaleyst.
    Sigur tú frá, um tú sært maðk í fiskinum, og skalt tú geva eina umbering fyri ein sang, sum kanska fór um mark?
    Hesir spurningar eru millum teir, sum panelið svarar hesaferð.
    Í panelinum eru Henrik Old, Durita Nolsøe og Rudolf Joensen
    56 min
  • - Far um makin ikki virðir teg
    Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá, og ikki er sinnaður til at tosa um trupulleikan.
    Hesar báðar spurningarnar skuldu tey trý í Also-panelinum í morgun, Turið Horn, Bergur Debes Joensen og Petrina Berg á Lag taka støðu til í dagsins sending.
    Eisini fingu tey eina tvístøðu, sum í dag snúði seg um aktiva deyðshjálp, at taka støðu til, og til seinast sluppu tey at venda sms-spurninginum um pápan, sum keypti soninum í Danmark gávur fyri nógvar pengar, men ikki soninum, sum hann býr saman við í Føroyum.
    Hoyr alla Also-sendingina her.
    1 hr 5 min
  • Also: Hon geldir hann!
    Maðurin, sum er einkjumaður, hevur fingið nýggja damu, og sonurin er bangin um pápan, tí hann heldur, at nýggja unga daman hevur tikið ræðið av pápanum, bæði tá tað kemur til lívsstíl, vinir og pengar hansara.
    Eitsini viðger panelið bræv frá einari ungari ommu, sum suffar um, at børn og ommubørn ikki dáma matin, sum hon borðreiðir fyri teimum, eftir at hava gjørt sær stóran ómak.
    Í kjakfúsa panelinum hesaferð eru Allan Dalsgarð, Katrin Kallsberg og Sofus Hansen
    53 min

About Also

From the publisher's feed

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

More shows like Also

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners