Also

Also

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Also episodes

  • ALSO: Barnapengar snúgva seg um barnið!
    Annað brævið, sum vit hava fingið hesaferð, snýr seg um ein mann, sum heldur tað vera órættvíst, at gjaldið av barnapengum fer upp, tá man hevur góða løn, og hitt brævið er eitt neyðarróp frá einum pari, ið eru vorðin í so magelig.
    Tvístøðan setir spurningin, um man sigur nakað, tá man sær eina mammu geva einum illsintum barni ein brest í afturpartin.
    Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
    1 hr 3 min
  • - Tað er hart, men vit mugu duga at seta mørk
    Dagsins brøv vóru í tí meira álvarsama endanum. Fyrra brævið snúði seg um pápa og dóttir, sum ikki hava samskift í longri tíð, og tað seinna snúði seg um vaksnar systrar, sum hava trupulleikar við einari ommu, sum er í so váttlig og sum eftir teirra tykki ikki er so fitt, sum hon kundi verið.
    58 min
  • ALSO: Soleiðis ger man ikki!
    Er munur á, hvussu gentur og dreingir loysa trupulleikar í bólki? Eru gentur kaldari enn dreingir? spyr lurtarin víðari.
    Hitt brævið í sendinini er frá stakari kvinnu, ið er troytt av, at grannin hevur viðmerkingar til alt hon ger, meðan tvístøðan snýr seg um hvat panelið hevði gjørt, um tey fingu ein 1000 kr seðil ov nógv útflýggjaðan í bankanum.
    Í panelinum hesaferð eru Rudolf Joensen, Allan Dalsgarð og Katrin Petersen
    58 min
  • - Lívið er ov stutt til at skeldast um eitt ur
    Lagið var gott, og panelið var sera væl upplagt at ráðgeva lurtarunum í dag.
    Evnini vóru: nær kunnu pappforeldur blanda seg í uppaling, hví fáa barnakonur so nógvar viðmerkingar um, hvussu stórar tær eru vorðnar, eitt lænt lummaur, sum eigarin ikki fær aftur og so sms- spurningar frá lurtarunum.
    59 min
  • ALSO: Tú ert ein hetja!
    Men samstundis halda tey, at hann ikki skal lata hana búgva har uttan at gjalda leigu, tí fólk fara betur um, skulu tey gjalda fyri at búgva har.
    Hin spurningurin í dagsins sending var frá einari mammu, sum er um at flyta av landinum, tá hon fær frænir av, at fyrrverandi maðurin aftur er farin at drekka, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av tannáringasoninum.
    Umframt hetta, so vóru Ása Andreasen, Eiler Fagraklett og Janus Poulsen eisini við uppá ókendar spurningar sum tvístøðuna og sms spurningar.
    1 hr 3 min
  • Andras: Giftir menn eiga at halda seg innangarðs!
    Longu í fyrstu Also-sending í vetur kom ferð á kjakið, tá panelluttakararnir skuldu taka støðu til hvør hevur skyldina, tá talan er um ótrúskap.
    Eisini varð kjakast um hvussu útlendskir makar hava tað, tá tey flyta til Føroya, og um eina kvinnu, sum er sannførd um, at mamman hatar seg.
    1 hr 2 min
  • ALSO: Slá grasið sjálv!
    Spurningarnir hesaferð snúgva seg um kvinnur, ið tosa babymál, útferðir við arbeiðsplássinum og um kvinnu- og mannfólkauppgávur.
    sms-spurningarnir eru um, hvørt pør kunnu fara hvør sín veg at ferðast í feriuni, ella ikki, og so varð eisini spurt um panelluttakararnir ætla at hyggja at HM í fótbólti, og hvørjum teir halda við.
    Í panelinum hesaferð eru Eiler Fagraklett, Petrina Berg og Barbara á Tjaldrafløtti
    56 min
  • - Ring til Barnaverndina!
    Ein gift kvinna er áhugað í nýggja og sjarmerandi grannanum, ein vil hjálpa vinkonu, sum er útsett fyri harðskapi av manninum, meðan ein triðja kennir seg trýsta at fáa sær børn, hóast hugurin als ikki er til staðar.
    Hoyr sendingina her.
    1 hr 4 min
  • ALSO: Mussist bara!
    Hetta var ein av spurningunum, sum panelið fekk at taka støðu til í sendingini hesaferð.
    Eisini vóru spurningar um hvat er at gera, tá ein aktivur maður fær staðfest demens, og um at tað er trupult at fylgja við, tá onnur hava so nógvar pengar at ferðast og keypa fyri.
    Í panelinum hesaferð eru Leif Láadal, Katrin Petersen og Dánjal Samuelsen.
    1 hr 1 min
  • Bergur: - Hetta er absolut botnurin av vanvirðing!
    "Kona vinmannin venur so nógv, at hon nú er alt vorðin alt ov kløn og líkist einum manni". Ein starvsfelagi luktar so illa, men ongin vil siga nakað við hann, og so hevur ein familja hug at blanda seg í eitt hjúnarband, har maðurin nærum verður hildin fyri gjøldur av konuni, sum ballast ov illa.
    Hoyr sendingina her.
    1 hr 1 min

About Also

From the publisher's feed

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

More shows like Also

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners