Also

Also

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Also episodes

  • ALSO: Menn skulu vera menn!
    Soleiðis siga tey í panelinum við mann, ið undrast, hví kvinnur rópa Metoo og so stilla seg í langar bíðirøðir fyri at sleppa at síggja filmin 50 shades of grey, sum snýr seg um mann, ið bindur og pínur kvinnu í songini.
    - Tú mást siga frá, um fólk bróta tagnarskyldu í sosialum samanhangi, fyri at siga eina góða søgu, vóru boðini til lurtara, sum spurdi, hvat kann gerast við vantandi virðingina fyri tagnarskylduni í Føroyum.
    1 hr 3 min
  • - Hatta er ræðuliga langt úti!
    "Hann vil hava meg á vitjan, men hann vil ikki í parlag"
    "Eg vil ikki fara frá honum, tí har er onki galið við hansara persónligheit. Hann hjalpir bara so litið til og skilir ikki, at eg ikki orki at gera alt sjálv!"
    "Eg havi eina vinkonu, sum hevur búð hjá okkum í eina viku. Hetta tí hon ikki heldur út at vera heima. Maðurin drekkur 3-4 kvøld um vikuna og fer fullur í song kl. 21! Skal hon fara frá honum?"
    Hetta eru brot úr dagsins brøvum. Eisini viðgerð panelið sms-spurningar frá tykkum lurtarum.
    1 hr 4 min
  • - Eg hevði sloppið mær av við hann sum skjótast!
    "Tað sum er ringast, er at eg millum vinir, grannar og onnur fólk javnan hugsi: Hvat munnu øll onnur hugsa um meg... Eg eri troytt av at liva lívið hjá øðrum. Eg vil liva mítt egna!"
    "Tá eg skal gjalda fyri innkeypið, rýka alskins pakkar av smákøkum, spareribs, piparbúffar, og svans niður í innkeypsvognin. Ja, tá tekur hann vogn, og ikki kurv!".
    1 hr 1 min
  • ALSO: Blanda teg uttanum!
    Spurningurin frá lurtaranum var um, hví mamma, sum gongur heima í barnsburðarfarloyvi letur eldra barnið vera allan dagin í vøggustovu, tá hon nú sjálv er heima.
    Aðrir spurningar hesaferð eru hvat man skal siga, tá fólk spyrja, um tú ert við barn, og ein hugleiðing um einstaklingin og felagsskapin.
    1 hr
  • "Far frá honum, meðan tú enn orkar!"
    "Hatta verður bara verri!", "Fá tær ein yngri!" og "Far frá honum, meðan tú enn orkar!" eru nøkur av ráðunum, lurtarar geva sjómanskonuni, sum er troytt av manninum, sum als ikki vil samskifta.
    Onnur evni, ið eisini verða viðgjørd, eru: barnauppaling og borðsiður, eiga pápar at fara í barnsburðarfarloyvi, og skal ein kvinna kempa fyri at fáa mannin og parlagið aftur.
    1 hr 2 min
  • ALSO: Hjálpið í tí stilla!
    Tá tú veitir mathjálp í Føroyum er týdningarmikið at gera tað í tí stilla, tí fólk, sum tørva hjálpina, eru ikki glað fyri, at grannar og onnur vita av at tú kemur til teirra við hjálp.
    Annars vóru spurningarnir um ein lurtari skuldi útstilla ein kendan persón, sum snýtti hana, tá hon keypti ein brúktan lut á netinum, hvussu ein mamma kann hjálpa tannáringasoninum, sum brúkar alt ov nógvar pengar, og um tað er eitt gott hugskot at kalla upp eitt barn, tá eldru børnini ikki eru uppkallaði.
    57 min
  • "Hasin vinurin er bara øvundsjúkur!"
    Ein kvinna ilskast inná kommunulæknan, sum hon heldur blandar seg for nógv. Ein maður hevur fingið nokk av vinmanninum. Nú er tíðin av álvara komin til, at vinmaðurin má taka seg saman og blíva vaksin! Og so verður enn ein vermóðir umrødd í dag.
    54 min
  • ALSO: Hví er alt so farligt nú?
    - Alt er so vandamikið í dag, og børn sleppa einki, í mun til hvat tey sluppu fyrr.
    Soleiðis ljóðaði ein av spurningunum í sendingini hesaferð, og tey í panelinum vóru samd við hesum lurtara, at nógv er broytt hjá børnum í dag, men kanska ikki bert til tað verra.
    Í panelinum eru Ása Andreasen, Sveinur Tróndarson og Theresa Turidardóttir Kreutzmann
    1 hr
  • "Vermóðir fer yvir øll mørk!"
    Ein leiðari við ringum anda, ein vermóðir, sum rótar í skuffum og skápum, og ein omma og ein abbi, sum als ikki hava tíð at vera um tey smáu, tí tey eru upptikin á telefonum. Hesi eru evnini í dagsins spurningum.
    1 hr
  • ALSO: Bjóðið vinmanninum við!
    Spurningarnir í sendingini hesaferð snúgva seg um vandamiklar bilførarar, ið koyra ov spakuliga á landsvegunum, um Labbasamfelagið og um tað at tilkomin pør leiðast úti millum fólk.
    Í panelinum hesaferð eru Allan Dalsgarð, Barbara á Tjaldrafløtti og Dánjal Samuelsen.
    58 min

About Also

From the publisher's feed

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

More shows like Also

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners