Also

Also

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Also episodes

  • - Hann er ein tufla!
    Ein gomul genta nassar upp á mammu sína, og hetta øsir systrina. Ein kvinna vil hava harðskap framdan av kvinnum mótvegis monnum á breddan, og ósemja er hjá silvurbrúðarpari, um hvør eigur at verða boðin til stóru veitsluna.
    1 hr 2 min
  • ALSO: Ør reglugerð!
    At gera reglur fyri, hvussu fólk skulu nýta kirkjugarðar, er heilt burturvið, siga tey í panelinum, til spurning frá lurtara, sum spurdi um teirra hugsan.
    Tað er ikki í lagi, at frágreiðingar um møguleikar eftir loknan fólkaskúla, ikki eisini í eins stóran mun umfata handaligar útbúgvingar, sum tær akademisku, og vikarar í fólkaskúlanum kunnu gott finna uppá okkurt annað enn at tendra ein film. Soleiðis sigur panelið um spurningarnar hesaferð.
    1 hr 2 min
  • - Gagnar sannleikin nøkrum?
    Ein sonur vil flyta, tí hann hevur fingið nóg mikið av sínum fosturpápa, ein granni, sum er í øðini, og heldur, at mark má vera fyri, hvat ein kann heingja á snórin fyri almannaeygu, og so plágar samvitskan ein mann, sum í fyllskapi hevur kyst konnuna hjá einum vinmanni.
    Ikki lættar tvístøður hjá panelinum at svara uppá, men tey megnaðu uppgávuna til fulnar.
    Hoyr sendingina her.
    58 min
  • Also: Finn uppá okkurt sjálvur!
    Sosiala samveran saman við vinunum er í høllini, men hesin lurtari hevur als ongan hug til at sparka, og hvussu ger man so, tá man vil hitta vinirnar?
    Annars snúgva spurningarnir seg um um hvat man skal gera, um varhugi er um, at ein starvsfelagi drekkur og um gentur og smyrsl, meðan sms spurningurin var um tað er fólkaligt at snýsa sær, meðan man situr á einari matstovu.
    Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Ása Andreasen og Janus Poulsen.
    58 min
  • - Nógvir menn vilja hava tína konu!
    Afturvendandi og ótolandi tiltøkini og innbjóðingarnar á Facebook, ein kvinna við vesipappíri um fótin, og ein ørkymlaður maður, tí konan hevur tikið 25 kilo uppá.
    Hetta eru nøkur av evnunum, sum panelið viðger í hesi sending.
    1 hr 4 min
  • ALSO: Sig einki við tey!
    So avgjørd eru tey í panelinum til henda spurning, sum kom umvegis sms skipanina.
    Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um ein nærgangandi starvsfelaga, ein krevjandi stjóra og um konfirmatiónir ? nær fer man, og hvat gevur man.
    Í panelinum eru Simona Midjord, Katrin Petersen og Allan Dalsgarð
    59 min
  • ALSO: Gev henni ein klút!
    Annars vóru spurningarnir um man verður eydnusamur av at keypa list, ella um man ikki fær tað betri, um man gevur peningin til vælgerandi endamál, og um tað er ófólkaligt at siga frá, um onkur nýtir fartelefonir til kosertir og í biografi.
    Í panelinum vóru Dánjal Samuelsen, Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Eiler Fagraklett
    55 min
  • - Hatta rakar ikki hana longur!
    "Hvussu kann hann longu vera farin víðari?" spyr ein eks-dama. "Eg kenni meg púra deyða fyri manninum, hann sær meg als ikki." Soleiðis sigur ein onnur, meðan ein maður spyr, hvussu tey kunnu hjálpa einum familjulimi, sum hevur tørv á hjálp, men ikki vil viðganga tað sjálvur. Soleiðis ljóða brot úr dagsins Also spurningunum.
    1 hr 4 min
  • - Hasin maðurin er púra sløknaður!
    Ein maður, sum als ikki er til staðar heima við hús, tí hann konstant liggur við síni telefon. Ein kvinna, sum ilskast inn á materialismuna í dag, og so ein persónur, sum er um at kvalast av at síggja tilkomin støk renna í býnum og trola eftir fólki, sum longu eru í hjúnarbandi. Hetta eru evnini í dagsins sending.
    59 min
  • ALSO: Sig honum, hvussu tú hevur tað!
    Soleiðis sigur panelið við kvinnu, sum skrivar um vøkru ex-damuna, ið ringir, skrivar og senir nakinmyndir av sær til sjeikin.
    Hinir spurningarnir snúgva seg um gomul foreldur, og hvør skal taka sær av teimum, og um tað at børn ikki sleppa at vera sjálvstøðug, tí foreldur blanda seg uppí, og eru við til alt.
    Í panelinum helsaferð eru Jana Mortensen, Rudolf Joensen og Símun Gullaksen
    59 min

About Also

From the publisher's feed

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

More shows like Also

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners