Also

Also

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Also episodes

  • ALSO: Latið mannin fáa frið!
    Annars snýr sendingin hesaferð seg um eina unga kvinnu, sum er flutt saman við einum manni fyri fyrstu ferð, um hvat tú skalt gera, tá makin tekur uppá í vekt, og um ein starvsfelaga, sum bindir til arbeiðis, so onnur mugu renna skjótari.
    Í panelinum hesaferð eru Malan Eyðunsdóttir, Jana Mortensen og Símun Gullaksen
    1 hr
  • ALSO: Eingin rørir hárið hjá Janusi
    Brøvini eru frá einari mammu, sum er bangin fyri, at hon heldur ov fast í 16 ára gamla soninum, og frá einari kvinnu, sum er hørm um, at arbeiðsplássið er so klikut.
    Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Jóngerð Nielsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen
    59 min
  • Sofus: Hví hava tey ikki ringt til mín?
    Tað var eitt sera væl svingandi panel, sum sat kring grøna Also-borðið ídag.
    Tey trý, Katrin, Hendrik og Sofus vóru umsíður saman aftur í Also og tað vóru tey stak væl nøgd við. Tað gekk eisini væl, tá tey svaraðu brøvum og sms-spurningum frá lurtarum.
    Hoyr sendingina her.
    1 hr 2 min
  • Andras: Handan konan er simpulten for óinteressant
    Ein kona hevur fingið nokk av manninum, sum brúkar alla sína tíð frammanfyri telefon ella telduskýggjanum. Onnur kvinna er ill, tí maðurin keypir sínum børnum sera dýrar jólagávur, meðan hennara fáa nógv minni, ein eks er kedd, tí henni verður noktað atgongd til tiltak har gamal unnusti er, og so spyr ein pápi, um tað er ábyrgdarleyst at drekka eina øl, tá hann er einsamallur heima við sovandi barni.
    Hoyr sendingina her.
    1 hr 5 min
  • Also: Tveit ikki barnið úr songini
    Er menn meira forkelaðir enn kvinnur? Tað vil ein kvinnuligur lurtari fegin hava panelið at svara uppá, tí maðurin fer heim til mammu sína við børnunum, hvørja ferð hon fer av landinum, meðan eingin bjóðar henni nakað sum helst, tá hann er burtur.
    Tvístøðan snýr seg um at siga frá, tá tú av óvart buglar ein annan bil, og sms-spurningurin snýr seg um miðlar, myndafrásøgnir og rættin til privatlív á festivalum.
    Í panelinum hesaferð Durita Nolsøe, Allan Dalsgarð og Rudolf Joensen.
    1 hr
  • Katrin: "Eg eri "guilty as charged!"
    "Eg má flenna nú, tí hatta er akkurát eg. Har eri eg, sum man sigur "Guilty as charged", tí eg brúki altíð míni foreldur".
    Soleiðis sigur Katrin Kallsberg til brævið, har lurtari spyr, um pensionistar ikki skulu hava frið, og ikki bara ansa teirra ommu- og abbabørnum.
    Hini brøvini eru um eina mammu, sum letur sonin bíða í bilinum, meðan hon fer í ein handil, og eina unnustu, sum hyggur í fartelefonina hjá sjeikinum.
    Tvístøðan er um nakrar starvsfelagar, sum hava valt at geva hvørjum øðrum jólagávu. Nú hevur tann eina hoyrt, at hon fær ein gamla jólagávu, sum starvsfelagin ikki skoytti um.
    Hoyr sendingina her.
    1 hr 2 min
  • ALSO: Facebookvinur við eina eks?
    Tey í panelinum eru als ikki samd, tá tað snýr seg um eitt bræv frá einum manni, ið er so harmur um, at hann og konan ikki hava fingið børn. Hann heldur, at tey skulu kannast hjá læknanum fyri at finna útav, um nakað er galið, men konan sigur kortanei. Skal hann so fara frá henni, og finna sær eina, sum vil hava børn?
    Í tvístøðuni verður spurt, hvat tú hevði gjørt, um ein handverkari bjóðaði tær ein lægri kostnað fyri eitt arbeiði, um tú vildi gjalda honum pengarnar svart, og so viðger sms-spuringurin ábyrgdina tú hevur, um tú veitst, at ein vinkona ætlar sær at koyra heim eftir at hava drukkið til eitt jólaborðhald.
    Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Katrin Petersen og Leif Láadal
    1 hr 1 min
  • - Kom yvir tað!
    "Kom yvir tað, og ver glað. Tær mugu siga tað pent við hana". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg um eina kvinnu, sum framvegis fimm ár aftaná, at hon er frísk, framvegis tosar óavbrotið um sjúkuna. Bindiklubburin hevur nú fingið nokk.
    Ein persónur fær ikki havt sítt summarhús í fríð, tí viðkomandi verður kimaður niður av fólki, ið mangla stað at búgva í.
    Tvístøðan er frá manni, sum spyr um hann skal bera slatra hemmuligheit frá konuni fyri beiggja sínum, sum hendan hemmuligheit er um. Les meira um tvístøðuna og atkvøð á facebook vanganum hjá Also.
    Hoyr sendingina her.
    1 hr 1 min
  • ALSO: Ein dagbók er ikki privat
    Soleiðis spurdu vit í tvístøðuni hesaferð, og bæði meirlutin av panelinum og lurtararnir vóru samdir um, at tú kanst lesa í einari dagbók, sum tú finnur.
    Brøvini hesaferð eru frá einari kvinnu, sum ikki trívist tá maðurin er burtur, og frá einum manni, sum fann okkurt spennandi í bilinum, tá vinmaðurin hevði lænt bilin.
    Í panelinum: Eiler Fagraklett, Janus Poulsen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen
    56 min
  • - Hann má bíta tað í seg!
    "Hann má manna seg upp og bíta tað í seg!" Soleiðis sigur Høgni Heinesen um mann, sum saknar sína konu, nú hon brúkar nógva tíð saman við starvsfeløgum sínum. Seinna brævið er frá kvinnu, sum hevur funnið útav, at hennara vinkona hevur eina beiggja, sum vinkonan ikki veit av. Skal hon siga tað við hana?
    Tvístøðan er frá manni, sum spyr, um hann skal lata handli ein lut aftur, sum hann hevur fingið ov nógv.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 2 min

About Also

From the publisher's feed

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

More shows like Also

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners