Also

Also

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Also episodes

  • Lat dreingin binda
    Kommunurnar skulu við jøvnum millumbilum minna borgararnar á, at tað er teirra skylda at taka upp eftir hundum og øðrum djórum.
    Tað vóru tey trý í panelinum, Theresa Thuridardóttir Kreutzman, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Eiler Fagraklett samd um í morgun. Hundaeigarar hava skyldu til at taka upp eftir djórunum, tá tey gera burtur av sær á almennum økjum, men tað eru ikki øll sum minnast ta skylduna.
    Ein annar spurningur var, um dreingir skulu binda ella um teir skulu gera "dreingjating" og gentur "gentuting".
    Eisini skuldi panelið taka støðu tvístøðuna, sum í dag snúði seg um, hvussu tú hevði gjørt, um tú hevði keypt ein lottoseðil fyri ein granna og ein fyri teg sjálvan, og annar av teimum vann. Hevði tú givið grannanum seðilin um hansara seðil vann?
    Hoyr alla Also-sendingina her.
    1 hr 2 min
  • ALSO: Maðurin skal føra!
    Hesi boð hava tey í panelinum til eina kvinnu, sum heldur at maðurin kanska er ov nógv av tí góða, tá hann svingar kvinnur heldur ógvusliga á dansigólvinum.
    Annars verður eisini komið kring spurningar sum hvat er at gera, tá tú skalt verja nýføðingar móti børnum, sum ikki eru koppsett, og hvat tú gert, hittir tú ein bilførara aftur, sum var sera óhøviskur í ferðsluni.
    Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Ása Andreasen og Dánjal Samuelsen
    1 hr
  • Far víðari til næsta starvsmøguleika
    Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit søkja starv. Tann spurningurin var á lofti í morgun, tá Malan Eyðunsdóttir, Rigmor Rasmussen og Rudolf Joensen mannaðu Also-panelið.
    Og svarið, sum tey høvdu at geva umsøkjaranum, sum ikki fekk starvið, tí hann ikki hevði alt tað, sum arbeiðsgevarin sóknaðist eftir, var, at viðkomandi skuldi gloyma hatta starvið og royna okkurt annað.
    Í dag skuldi Also-panelið eisini fyrihalda seg til spurningin um, hví kvinnur brúka so langa tíð á vesinum um morgunin, um roykjarar, sum tveita sigarettstubbar út á vegin, og til seinast skuldu tey taka støðu til, um KvF framhaldandi skal spæla tónleik hjá Michael Jackson eftir ákærurnar, sum eru koma fram í nýggju dokumentarsendingini um hann.
    Hoyri alla sendingina her.
    1 hr
  • Also: Finn tær hjálp!
    Gestirnir í panelinum góvu henni tey ráð, at hon mátti leita sær hjálp hjá serfrøðingi, sum kann siga henni, hvat hon hevur rætt til.
    Tvístøðan snýr seg hesaferð um spurningin hvat hevur meira týdning: At fara í brúdleyp ella at fara til konsert.
    Eisini verður spurt um, hvat ein pápi til eina 18 ára gamla gentu skal gera, nú gentan er sera úrlatin á Instagram, har vinir pápans viðmerkja og dáma.
    Og hvat halda Turið Horn, Símun Gullaksen og Katrin Petersen um at frekir filmar verða tiknir upp í føroysku náttúruni?
    1 hr
  • Tú skalt einki siga
    Spurningarnir til Also-panelið í morgun snúðu seg um eitt arbeiðstoymið, sum ikki tryggjar manningina nóg væl, tá tey fara upp í stillasini, og um eina kvinnu, sum aftaná 25 ár hevur fingið samvitskubit um, at hon hevur verið við síðuna av, við tí úrsliti, at maður hennara ikki eigur elsta barnið.
    Kvinnan vil vita, um hon skal siga tað við mannin, at hann ikki eigur elsta barnið, ella um skal tiga.
    Hoyr alla Also-sendingina her.
    1 hr 1 min
  • Also: Ikki uppfinna trupulleikar
    Soleiðis siga tey í panelinum hesaferð við eina damu, sum heldur at ein vinur dámar seg, og heldur at ein vinkona verður kedd av tí. Bíða til tú veitst við vissu, áðrenn tú gert nakað við tað, siga okkara vísu panelluttakarar.
    Eisini er eitt bræv frá einari kvinnu, sum hevur mist seg sjálva burtur, tí maðurin hevur verið ótrúgvur, ein tvístøða um børn og ítrótt og ein sms-spurningur um heimabúgvandi børn, sum eru vorðin 18 ár. Skulu tey taka lut og skulu tey rinda fyri uppihald?
    Í panelinum hesaferð eru Jana Mortensen, Janus Poulsen og Helgi Abrahamsen
    56 min
  • Also: Hví skal hann vera romantiskur?
    Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin.
    Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum hevur teknað seg til X-faktor - sigur tú við vinin, at hann ikki skal fara tí hann ikki dugir at syngja? Tvístøðuna vóru tey ikki samd um í panelinum.
    Er tagnarskylda relativ? Er okkurt sum man burdi sloppið at tosa um, meðan annað er meira privat? Hetta spyr lurtari, men panelið er ikki til at vika: Tagnarskylda er tagnarskylda.
    Í panelinum hesferð: Henrik Old, Armgarð Arge og Durita Nolsøe
    59 min
  • Tit mugu finna tykkara egna
    Hevur ein systur, sum flytir heim við allari familjuni, loyvi til at kroysta beigja sín út úr heiminum hjá foreldrunum?
    Tað heldur panelið, sum í morgun var mannað við Ásu Andreasen, Maluni Eyðunsdóttir og Janusi Poulsen, ikki. Tey halda, at systurin má góðtaka, at beiggin býr heima. Og klárar hon ikki tað, má hon finna sær okkurt annað at búgva í.
    Eisini skuldi panelið í morgun taka støðu til ein granna, sum kyndir upp og á tann hátt órógvar grannarnar, sum ikki tola roykin so væl.
    Hoyr alla Also-sendingina frá í morgun her.
    1 hr
  • Abbin skal stuðla sínum
    Ein ørkymlaður abbi heldur, at pápin at abbabørnunum hevur børnini ov nógv, og tað er ein trupulleiki, heldur abbin, tí pápin býr í Danmark.
    Hetta var ein spurningunum, sum Eiler Fagraklett, Nina Jennifer Brockie Hansen og Høgni Heinesen skuldu taka støðu til í Also í dag.
    Hoyri alla sendingina her.
    1 hr 2 min
  • Also: Ikki líta aftureftir!
    - Tíðirnar eru broytt, og vit mugu broyta okkum við, halda tey í panelinum, sum leggja afturat, at ikki allar broytingar eru til tað betra.
    Hitt brævið er frá einari kvinnu, sum etur steinaldarkost, men sum als ikki tímur.
    Tvístøðan hesaferð er um, tá damur koma upp í leikin og broyta siðvenjur millum vinir, meðan sms-spurningurin er frá einum abba sum spyr, hví vit ikki eisini kanna bragdarhug og áræði hjá okkara ungdómi í skúlanum, heldur enn, um tey stríðast við ótta.
    Í panelinum eru Rudolf Joensen, Katrin Petersen og Dánjal Samuelsen
    59 min

About Also

From the publisher's feed

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

More shows like Also

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners