"Hatta verður bara verri!", "Fá tær ein yngri!" og "Far frá honum, meðan tú enn orkar!" eru nøkur av ráðunum, lurtarar geva sjómanskonuni, sum er troytt av manninum, sum als ikki vil samskifta.
Onnur evni, ið eisini verða viðgjørd, eru: barnauppaling og borðsiður, eiga pápar at fara í barnsburðarfarloyvi, og skal ein kvinna kempa fyri at fáa mannin og parlagið aftur.