Tað var ikki semja í panelinum í morgun.
Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er samkyndur.
Og heldur ikki, tá tvístøðan var á lofti, har ein persónur hevði vunnið eina hálva millión krónur, sum hann ætlaði at brúka uppá seg sjálvan heldur enn alla familjuna.
Tey vóru tó samd, tá ein sms-spurningur kom um starvsfelagan á røktarheimi, sum var vinarlig móti teimum avvarðandi og teimum, sum eru klár í høvdinum, meðan viðkomandi fór illa við teimum, sum eru óklár og teimum, sum ikki eru við síni fullu fimm.
Í panelinum í morgun vóru Høgni Heinesen, Durita Nolsøe og Kitty May Ellefsen. Øssur Egholm var teknikari og í útvarpsstovuni var Sveinur Tróndarson.