15. mars var sannur stevnudagur í Klaksvík, tá nýggi Christian í Grótinum stevndi flaggskrýddur inn eftir vágni. Skipið er smíðað á Asenav skipasmiðjuni í býnum Valdivia í sunnara parti av Kili. Christian í Grótinum telist millum mest framkomnu nóta- og trolbátar í heiminum.
Zacharias Hammer var við til dópin 10. januar, fylgdi arbeiðinum á skipasmiðjuni og hevði samrøður við føroyskar, norskar og kilenskar vinnulívsmenn og politikarar, sum vóru við til hátíðarhaldið.