Í fjórðu og seinastu sending sigla vit gjøgnum Panama-veitina, síðani verður kósin sett móti Karmoynni í Norra. Sunnudagin 15. mars verður silgt inn á Klaksvík, har stór móttøka er fyri nýggja Christian í Grótinum.
Í Panama vitja vit fyrstu slúsurnar og síggja eitt risa bingjuskip fara oman eftir timum. Um kvøldið verður Christian í Grótinum drigin av lokomotivum inn í fyrstu slúsurnar.