Aldan

Aldan

By Granna GeilNewsEntertainment News
Download on the App Store

Aldan episodes

  • Grímur Kamban minnisvarði avdúkaður

    Søgnin sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, sum búsettust í Føroyum, men at víkingar úr Noregi róku teir burtur higani. Hetta sigur hin írski munkurin Dicuil í bók síni “De mensura Orbis terrae” (Heimsins vídd). Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta sama mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er ongin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”


    Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera fyrsti landnámsmaðurin, og skal hann vera komin higar umleið ár 825 e.k., og tað hevur verið hildið fram, at hann lendi í Funningi.


    Tað man vera gamalt hugskot í bygdini, at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban. Runavíkar kommuna seldi fyri nøkrum árum síðan nakrar ognir hjá gomlu Funnings kommunu, og fæið varð av býráðnum markað óskert til endamálið. Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, til tess at standa fyri verkætlan, ið hevði til endamáls at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og at varðveita søgnina um Grím Kamban.

    Í nevndina vóru valdir Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen.

    Verkætlanin er nú komin á mál, og úrslitið er ein standmynd úr basalti og bronsu, – staðsett innanfyri kirkjugarðin í Funningi.


    Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listaverkinum og evnað bronsumyndirnar. Grótvirkið í Skopun hevur evnað klettarnar úr basalti, meðan Høgni Kastalag frá FuglArk hevur sniðgivið lendið.

    57 min
  • Móttøka av Gadus

    Vit tosað við Landstýrismannin, og fleiri. Eisini hoyra vit røður og sang í samband við móttøkuna av nýggja flakatrolaranum Gadus

    1 hr 21 min
  • Støðan í Ísrael

    Beinleiðis samrøða av Heiðavegi í Saltangará við ísraelska diplomat-serfrøðingin Shay Attias, Svenning av Lofti og Sjúrður Skaale.

    USC Center on Public Diplomacy skrivar soleiðis um Shay: As a firm believer in People's diplomacy to overcome shared global challenges, Shay is the President of "The Global Coalition for Citizen Diplomacy," a nonprofit that promotes the "global-citizenship peace initiative," operating in many countries around the world. For his public diplomacy life's work, Shay won the prestigious proclamation for his diplomatic achievements by the New York City Council (2012). Later, he won the annual recognition from Pennsylvania's House of Representatives for "bridging between people around the globe" (2018)

    1 hr 15 min
  • Samøða vid Duritu Jacobsen úr Ísrael

    Samrøða við Duritu Jacobsen, ið er stødd, saman við manninum í Ísrael, nú Ísrael er álopið av Hamas og fleirið hundrað menniskju hava latið lív. Durita og Maðurin royna at koma heim so skjótt sum gjørligt. Hoyr samrøðuna við hana.

    36 min

About Aldan

From the publisher's feed

Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio