Spurningurin hjá hesum lurtara var í stuttum: Havi eg keypt eitt setur á mínum flogtúri, ella havi eg bara keypt rættin at seta afturpartin niðurá? Er tað ok, at summi brúka so nógv pláss, at eg siti illa?
Hinir spurningarnir vóru um krøvini ein familja kann seta til vitjanir frá einari smábarnamammu og um sølu av ósunnum mati í skúlunum fyri at fíggja uttanlandaferðir.
Í panelinum hesa ferð eru Barbara á Tjaldrafløtti, Ása Andreasen og Hallelujasofus.