"Eg fekk ilt í hjartað, tá eg las hetta brævið. Foreldrini áttu veruliga at skammað seg," sigur Rigmor um brævið frá eini ommu, sum er hørm um eina ommusonin, sum hon heldur er gloymdur av foreldrunum.
Ein maður er freistaður av kvinnu á arbeiðsplássinum, og er bangin fyri, hvat hann kann finna upp á at gera til jólaborðhaldið.
Ein kvinna skilur als ikki, hvussu fólk kunnu vera so skitlig, at tey ikki vaska sær um hendurnar, áðrenn tey matgera.