Soleiðis siga panelluttakararnir Barbara Holm og Bergur Debes Joensen í sendingini hesaferð.
Evnini í brøvum hesaferð sveima nokkso víða - fyrsta brævið er frá einum bygdarbúgva, sum ikki er so glaður fyri at klokkan ringir tíðliga sunnumorgun, meðan næsta brævið viðger tann altíð viðkomandi spurningin, hvussu nógv foreldur skulu blanda seg í óruddiligum tannáringakømrum, og nær tannáringar sjálvir skulu gjalda fyri tað, tey vilja hava. Sìðsta brævið er frá einum starvsfólki á einum samanlagdum stovni, sum saknar samanhald, nú tveir stovnar eru vorðnir til ein.