Dokumentarfilmurin Ámæli lýsir samanrenningina millum siðbundna og nútímans samfelagið í Føroyum gjøgnum eyguni á trimum ungum monnum.
Eitt summmar fylgdi dokumentarliðið Høgna Joensen, ið er sjómaður, Esbirni Patursson, lívfrøðingi og veiðimanni, og Benjamini Petersen, tónleikara.
Vit eru á landgrunninum og fiska, á tónleikafestivali, á ólavsøku og – ikki minst – í grindadrápi. Og tað er júst grindadrápið, filmurin miðsavnar seg um.