Archibald Black er bóndi á Biskupstøð í Klaksvík. Hann er umframt at vera bóndi, eisini listamaður, tónleikari og timburmaður. Archie var ein av stovnarunum av rockbólkinum Straight Ahead, hann hevur líka síðan hann var smádrongur málað og í dag fer øll tíðin við at byggja garðin hjá Nólsoyar Páll upp aftur í upprunaligum líki. Ein sending um marglistamannin Archibald Black. Lagt til rættis: Kári Sólstein.