Á sumri 1967 varð ein ung norsk genta myrd í Havn. Fyrrverandi sjeikurin hjá 22 ára gomlu Ann Alfredsen skeyt hana og síðan seg sjálvan í einari íbúð við Gripsvegin.
Skelkurin var lemjandi, tí hetta var fyrsti morðtilburður í Havn í meira enn 300 ár. Ann Alfredsen kom blaðung til Føroyar at arbeiða sum hárfríðkanarkvinna. Hon var avhildin og gjørdist brátt ein býarmynd í Havn.