Bismarin

Bismarin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Bismarin episodes

  • Hvussu menna vit Fróðskaparsetrið?
    Skal føroyska samfelagið mennast, er eisini neyðugt at menna Fróðskaparsetrið. Bæði tá tað snýr seg um hægri útbúgving og gransking. Tað søgdu fleiri av teimum, sum hildu fyrilestur á ráðstevnu um at menna Fróðskaparsetur Føroya í síðstu viku.
    54 min
  • Hvussu fyribyrgja vit, at unga lærda fólkið rýmir?
    60 prosent av teimum ungu, lesandi føroyingunum fara út í heim at nema sær útbúgving. Av teimum kemur einans helvtin heimaftur. Orsøkirnar eru nógvar: Vantandi útbúgvingarmøguleikar, vánalig bústaðarviðurskifti, og eitt samfelag, sum er ov maskulint. Í sendingini spyrja vit: Hvat kunnu vit gera, til tess at fáa unga, lærda fólkið heimaftur?
    53 min
  • Skal ALS skipa arbeiðstilboð fyri arbeiðstøk?
    Tilsamans hava sløk 1800 fólk einki arbeiði í Føroyum. Í aldursbólkinum 20 til 29 ár eru 450 fólk arbeiðsleys. Í øðrum aldursbólkum er tað nakað minni - úr 278 upp í 362. Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá ALS, sum hvønn mánað rindar umleið 20 milliónir krónur í arbeiðsloysisgjaldi. Kjakast varð um, um arbeiðstøk skulu hava tilboð um arbeiði ella útbúgving, tá tey fáa pening úr ALS.
    56 min
  • Liðini virka, tilbúgvingarætlanin vantar
    Eldsbrunin umborð á Athenu vísti, at flestu liðini í føroysku tilbúgvinini virka, men at samskipanin er ikki nóg góð. Nýggi stjórin á tilbúgvingarstovninum miðar ímóti at hava ta yvirskipaðu tilbúgvingarætlanina klára í heyst.
    53 min
  • Skulu vit gevast at drepa grind?
    Í øldir hava føroyingar dripið grind, og eins leingi hava tvøst og spik verið týdningarmikil kostur her á landi. Flestu føroyingar halda grind og grindadráp vera ein stóran og týðandi part av okkara søgu og mentanararvi. Seinnu nógvu árini er ágangurin uttaneftir tó vaksin í hvørjum. Og kanningar hava staðfest, at grindin er so dálkað av kyksilvuri og PCB, at hon rætt og slætt er vandamikil kostur. Tí eru summi, sum halda, at vit eiga at halda uppat at drepa grind. Lurta eftir sendingini her
    55 min
  • Kann marknaðurin venda gongdini hjá fiskaflotanum?
    Tjóðveldi hevur gjørt uppskot um, at fiskidagar skulu seljast í tilfeingisbúð. Magni Laksáfoss, tingmaður, hevur gjørt uppskot um tað sama, og mælir til at býta leiðirnar í øki eftir fiskasløgum og veiðihættum. Fiskidagatalið skal setast eftir tilmæli frá fiskifrøðingum. Bismarin spyr, um hesi uppskot kunnu venda gongdini hjá feskfiskaflotanum?
    53 min

About Bismarin

From the publisher's feed

Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa…