"Børn kunnu ikki velja hvønn maka foreldrini velja sær, men tey skulu sjálvandi vera við í prosessini, og eisini hava tað gott við nýggja makanum, og krav er, at nýggji makin er góður við barnið!" Soleiðis sigur Sofus við mammuna, sum spyr, um hennara børn kunnu avgera nær og hvønn maka hon velur sær.
Hini brøvini eru um at fáa "klapp" frá starvsfeløgum, hvussu ein kvinna fær eitt vanligt lív, aftaná at hava verið til rúsdrekka avvenjingar, og um ein verdóttir kann biða vermóður sína sleppa i-paddinum, tá hon er á vitjan hjá ommubørnunum.