Hans Jacob Kolslíð hevur tey seinastu árini skriva fleiri vælumtóktar, føroyskar sangir saman við millum øðrum Hans Marius Ziska og Døgg Nónsgjóv, men nú er hann farin undir egna tónleikaverkætlan.
Í stevnuskránni hjá "Altverkinum" stendur:
1. Í Altverkinum kann alt sigast.
2. Í Altverkinum kann alt spælast.
3. Í Altverkinum kunnu persónar koma og fara.
4. Altverkið skal ikki lata seg avmarka av at royna at liva upp til hevdvunnar sjangrur.