Brunsj

Brunsj

By Kringvarp Føroya
Download on the App Store

Brunsj episodes

  • Brunsj við Jóhannu og Terja Jakobsen
    Í Brunsj greiða Jóhanna og Terji hvør í sær frá síni bakgrund, og frá teirra felags áhuga fyri tónleiki.
    Hon er av Skála og hann er av Leynum, men tey møttust eitt "Hugnakvøld" í Kollafirði fyri skjótt 25 árum síðani, og har eru tey eisini búsitandi í dag.
    Heima á Kjalnesi hava tey eitt musikkrúm, har tey hugna sær og venja til tiltøk og harmonikufestivalar í bæði Føroyum og í Danmark, og í hesi sendingini spæla og syngja Jóhanna og Terji eisini live í studio 5.
    56 min
  • Brunsj á Öström
    12 føroyskar sofur er ein kollektiv framsýning, ið 12 handverkarar/sniðgevar hava tikið stig til.
    Útgangsstøðið var tað sama hjá øllum; eitt sofastell gjørt á Tekniska Skúla í Havn, ein madrass til botn og tvær pútur til rygg.
    Tankin var: hvussu fara sofurnar at síggja út, tá 12 ymiskir sniðgevar, ið dagliga fáast við glas, leir, klæði, leður, veving og binding hvør í sínum lagi sleppa at gera júst tað, sum teimum dámar best?
    59 min
  • Brunsj við Arngerð Joensen

    Sum ung í 1959 fór Arngerð á háskúla í Danmark, og har møtti hon Philip úr Ghana, ið hon seinni giftist og fekk børnini Mark og Angelu saman við. 

    1 hr 1 min
  • Brunsj við Siri Sørensen
    Í Brunsj geiðir Siri millum annað frá síni bakgrund og síni útbúgving. Eisini verður prátað um áhugan fyri bæði móta, tónleiki og sangi.
    1 hr 6 min
  • Kristian Holbæk Kristensen er gestur í Brunsj
    Kristian, ið er føddur og uppvaksin í norður Jútlandi, greiðir millum annað frá síni bakgrund og frá tíðini, áðrenn hann flutti til Tvøroyrar við føroysku damu síni og børnum teirra.
    Eisini greiðir Kristian frá søguni um Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, eins og fleiri sangir av debut fløguni verða spældir í sendingini.
    1 hr 4 min

About Brunsj

From the publisher's feed

Veturin 2014/2015 sendir útvarpið Brunsj mána-, miku- og fríggjamorgnar klokkan 10.