Brunsj

Brunsj

By Kringvarp Føroya
Download on the App Store

Brunsj episodes

  • Jógvan Joensen er gestur í Brunsj
    Eisini verður prátað um tað sum gekk fyri seg handan tjaldið, tá Jógvan luttók í ársins X-faktor kapping hjá Danmarks Radio.
    Jógvan sang seg allan vegin til finaluna, og endaði á øðrum plássi.
    58 min
  • Ingi Hansen er gestur í Brunsj
    Ingi greiðir millum annað frá, hví hann fór undir hesa rúgvusmiklu verkætlan og frá teimum tonkum, ið liggja aftanfyri útgávuna. 
    Børn menna seg kropsliga við at íðka ítrótt, men Ítróttur snýr seg ofta um kapping og um at vinna. Tá detta altíð nøkur børn ímillum, og fáa hesi tí ikki altíð ta neyðugu motoriska stimbranina, sum børn helst skulu fáa. "Kom við til spæliland" snýr seg tí um spæl, tónleik og rørslur á ein hátt, har øll børn kunnu vera við.
    1 hr
  • Brunsj við Djóna Eidesgaard
    Í samband við ársdagin fyri altjóða barnarættindasáttmálan hjá ST, hevur Barnabati lagt nýtt videolag og nýggjan sang, við heitinium "Øll børn hava rætt, út á heimasíðuna www.barnabati.fo. Eyðun, Terji og Kim syngja saman við barnakórinum Dropar.
    54 min
  • Annika Hoydal er gestur í Brunsj
    Prátað varð millum annað um barna og ungdómsárini í havn, um skúlatíðina hjá nonnunum, sum hon altíð ræddist so illa sum barn, um leiklistarligu byrjanina sum kabaret sangari, um tónleikabólkin Harkaliðið, um árini í Skotlandi við táverandi manni sínum Ian McCalman, um yrkisleiðina sum sjónleikari og filmsleikari í Danmark, umframt mangt annað.
    Eisini verða fimm sangir av nýggju útgávuni "Endurljós" spældir í sendingini. Plátan, ið er innspæld í Studio Bloch í Havn, verður givin út á 70 ára føðingardegnum hjá Anniku, tann 19. november.
    Vertur í Brunsj er Eyðfinn Jensen.
    1 hr 11 min
  • Brunsj við Árna Jóhannesson
    Árni greiðir mkllum annað frá síni tónleikaligu bakgrund og frá útbúgvingunum á Nám-X í Eysturskúlanum og Miðnámsútbúgvingini á Musikskúlanum.
    Eisini verður práta um nýggju fløguna, sum ungu, evnaríku dreingirnir í Punjab sjálvir hava lagt til rættis.
    58 min
  • Jónleif Jensen er boðin til Brunsj
    Eisini verður práta um uppvøksturin heima á Sandi, tíðina sum lesandi í Íslandi og um umstøðurnar hjá Musikkskúlanum í Havn, har Jónleif starvast í dag.
    Tey seinastu trý árini hevur Jónleif harumframt skriva teir yvir fjøruti sangirnar, ið nú fara at verða framførdir alment á dramakonsertini "Rósa Maria".
    57 min
  • Brunsj við "Mahanna"
    Í Brunsj greiða Ann Chanett Danielsen og Søren Haugaard Petersen frá teirra bakgrund, og hvussu tey møttust fyrstu ferð í Føroyum í 2003, og aftur trý ár seinni í Fredericia í Danmark, tá tey blivu par.
    Søren er millum annað kendur sum forsangari í bólkunum "Robbie.dk" og "Hitmenn", meðan Ann Chanett er kend sum nýggjasti limurin í bólkinum "Flamma".
    Hoyr sendingina her.
    59 min

About Brunsj

From the publisher's feed

Veturin 2014/2015 sendir útvarpið Brunsj mána-, miku- og fríggjamorgnar klokkan 10.