Pál Weihe sigur frá, hvussu tað var, tá ið Sára, kona Pál byrjaði at gloyma. Tá var hon miðskeiðis í fimtiárunum.
Tíðin, sum kom var torfør. Sára hevði onki sjúkuinnlit, so tá ið hon fekk diagnosuna at vita frá heilsuverkinum, reageraði hon við vantrúgv og tunglyndi. Endin verður, at hon noyðist at siga farvæl við sítt lærarayrki, og kann ikki vera heima einsamøll, men má fara við Páli til arbeiðis.
Men hon fær pláss á Vallalíð og har fellur Sára til ró, er glað og fer aftur at syngja sangirnar, hon kendi, tá ið hon var ung.