Mette Askov fekk ov stóra ábyrgd, tá hon var barn. Avleiðingin var, at hon fór at hoyra røddir inni í høvdinum - eina kvinnu rødd og tvær mannfólkarøddir.
Hon varð sjúkrasystir, men varð alsamt meiri illa fyri sálarliga.
Hon varð innløgd á psykiatriskari deild í átta ár og endin var at hon varð heilt apatisk. Til ein dagin,tá eitt viðgerðafólk fór at spyrja Mette meiri um røddirnar.
Í dag, sigur Mette, at hon ikki longur er paranoid skisofren, men livir eitt vanligt lív.