Anna Maria og maðurin Ingvi ættleiddu tvey børn úr India, Karin og Pravin. Tað vísti seg, at drongurin bar álvarsamt brek. Tey hava leitað sær læknahjálp, men sjúkan er sjáldsom her. Men í India er títtleikin ein annar, so tey fóru eisini yvir til India fyri at fáa meiri at vita um brekið.
Hóast Anna Maria hevur havt sína stóru sorg og mótburð, so er lívið gott og skal livast.