Mikkjal á Ryggi varð borin í heim í Miðvági 1879. Hann mann vera tann føroyingur, sum hevur víst øllum tí føroyska ans.
Hann granskaði, teknaði, málaði, yrkti sálmar og sangir og kvæði .Skrivaði bøkur og bygdasøgu og gav út megnarverkið Fuglabókin.
Í 1911 byrjaði hann sum lærari í Bø og Gásadali og røkti hann hetta starv í 25 ár. Eisini hevði hann sæti á Tingi fyri sjálvstýrisflokkin frá 1924 til 1928.