Margit M. Baadsager og Arnvør eru systrar. Tær hava verið sera góðar og hava livað eitt tætt og kærleiksfult familjulív. Brádliga í 2015 varð 38 ára gamla Arnvør illa sjúk og fekk staðfest krabba í heilanum.
Tá stuttminnið fór, valdi Margit at fara at skriva dagbók, har hon skrivaði alt, sum hendi. Margit vónaði, at Arnvør fór at vinna sær heilsubót aftur og tá kundi hon so lesa, hvat sum var hent, meðan hon var sjúk.
Men so varð ikki, tí Arnvør fór foldum frá. Margit valdi seinni at savna dagbókina í eina bók, tí mitt í meiningsloysinum gevur tað meining.