Alt, sum Marjun Tausen ynskti sær, var at vera ein glað genta. Men alt lívið varð skeiklað.
Frá hon var seks ára gomul, til hon var tíggju ár, gjørdi ein maður i familjuni seg kynsliga inn á hana. Og misbrúkið setti síni spor.
Øll barnaárini var so hon bangin, at hon als ikki fekk hugsavnað seg í skúlanum. Tannárini vóru eisini torfør, og Marjun royndi fleiri ferðir at taka seg av døgum.
Men í dag er Marjun farin at lesa sjúkrarøktarfrøði, og hon er glað fyri lívið við synunum.