Tá Elin Brimheim Heinesen var átta ára gomul, gjørdi ein maður seg kynsliga inn á hana. Upplivingin var ræðulig og hevur brent seg inn í hennara sál.
Onkursvegna varð lok lagt á hendingina, men seinni í hennara vaksna lívi, so dagaði brádliga alt undan.
Elin hevur valt at siga sína søgu, tí tað er umráðandi ikki at liva langt lív sum offur, men koma til sættis við ræðuleikan, sum var.