Foreldrini hjá Martin Kúrberg vóru sera ung, tá tey fingu hann. Hóast tey vóru ung og vøkur og heimurin lá víðopin, so rapaði teirra gerandisdagur. Alkoholmisnýtsla og harðskapur kom innaveggja og Martin hevði trupul barnaár.Hetta kom til kennar, tá hann varð vaksin og bæði foreldrini doyðu. Martin kom sær eisini út í misnýtslu.
Men hann megnaði at venda gongdini og hevur verið nú verið rúsfríur í nógv ár.
Fyri fimm árum síðani fekk hann stóru sorgini at bera, tá elsta dóttirin brádliga doyði.