Sunneva Lambavík var í 2009 fyrstu ferð og vitjaði eitt barnaheim í Bangladesh, har sjeyti dreingir búgva. Síðani hevur hon ferðast javnan til hetta barnaheimið.
Sunneva og onnur við henni savna pening inn, so korini kunnu betrast hjá hesum børnum. Flestu teirra hava ongan pápa, men mammu, sum teir so fara aftur til, tá teir kunnu hjálpa til í húsarhaldinum.