Fróði Ejdesgaard sigur frá teirra svára missi, tá dóttirin Barbara kom í heimin deyðfødd.
Hvat ger man í slíkari støðu, har mann ongantíð áður hevur verið ? Hvat sigur mann við børnini ? Hvar finnur mann svar uppá allar spurningarnar og og øllum tí ósvaraða ?
Tey sannaðu, at tað er sera tabuiserað at missa eitt barn. Umráðandi er at bróta tøgnina og tosa um hesar sváru kenslur. Tí dóttirin hevur verið her á foldum dagsettan dag og gloymir mann, so missir mann enn eina ferð.