Hon varð brádliga bangin fyri alt og øllum og alt varð kaotiskt og torført. Hon sá ein film, sum æt "The War room", har kvinna fór einsæris í eitt kamar at biðja hart.
Í síni sálarkvøl helt Kristina hetta vera vert at royna. Hon setti seg á songina, legði saman hendur og segði so "Hey Guð, langt síðani seinast..." og við eitt kendi hon, at onkur lurtaði og alt fór at ljósna.