Laura Kathrine Apol er vaksin upp í truplum og svárum korum.
Mamman var sálarliga sjúk og tískil var gerandisdagurin hjá Lauru umskiftiligur og ótryggur og hon fekk ábyrgd, sum eitt barn ikki eigur at hava.
Tá Laura flutti til Føroyar, valdi hon at slíta sambandið við mammuna, so hon kundi sleppa at liva sítt egna lív.
Í dag er Laura mamma trimum børnum, hon er aðalskrivari í Sinnisbata, lesur stjórnmálafrøði og so hevur hon skrivað bók, sum eitur "Tá mamma verður ør".