Guðrið Patursson trýr á Guð, sum elskar menniskjuna treytaleyst, tí Hann er kærleikin. Í hesi dýbd er Guð, sigur Guðrið.
Tað ávirkar lívið og gerandisdagin, so mann vandar sær, hvat mann sigur og ger og roynir at vera semjusøkjandi og vera við tí góða orðinum.
- Eg havi smakkað gleðina við trúnni, sigur Guðrið Patursson, sum er gestur í dagsins Credo-sending.