Tummas Kannuberg hevur í samband við guðsfrøðislestur skrivað speciali um krossferðina, tá Urbanus 2 ráddi fyri borgum.
Jesu grøv í Jerusalem varð hildin at vera heilagt stað og tey kristnu ansaðu henni í mong ár, til tey vóru rikin burtur av muslimum, sum komu úr Turkalandi og har um vegir.
Pílagrímarnir vóru í vanda á teirra ferð, so kristni keisarin í Konstantinopel bað Urbanus, páva um hjálp og við honum byrja so krossferðirnar. Tær vardu í eini 200 ár.