Bárður á Lakjuni hevur sungið, spælt og skrivað tekst og smíðað løg í nógv ár.
Nú hevur hann givið út ein ritling "Lívins dansur", við teksti og fløgu og myndprýtt av Sámali Toftanes.
Bárður sigur frá sínum musiska lívi og hvussu kristna áskoðanin litar hansara lív. Tí eitt er, at alt forgongur og ferst, men tað er nú vit skulu liva dýrabæra lívið, tað er nú dansurin skal dansast. Og so hjá tí, sum trýr - bíðar ævinleikin -.