Altjóða Holocaustdagur var 27. januar. Sagt verður, at umráðandi er at minnast aftur á ræðuleikarnar, tí líkasæla og gloymska er vandamikil. Við at minnast, forðar mann fyri, at søgan endurtekur seg.
Elsa í Skorini sigur frá bygdini Le Chambon á háslættanum í Frankaríki. Har vóru í árunum 1940-45 umleið 5000 jødar bjargaðir. Hetta staðið varð hildið, at vera tryggasta stað hjá einum jøda at vera hesi ræðuligu krígsár.