Høgni Rasmussen hevur skrivað bókina "Mín caminodagbók". Hann sigur, at hann varð blakaður úr virkinum hann var við at stovna og var hetta størsta lívskreppan, sum hann hevur verið í.
Hann gjørdi av at fara eina pílagríma ferð og var henda ferðin sálarbót. Hann fekk eina frástøðu til tað, sum var hent og fekk fest sínar tankar og upplivingar niður á blað, sum so er endað við hesi bók.